Vestmanna: 18. oktober fyllir Bryggjan í Vestmanna 8 ár. Bryggjan er eftir hondini ein av teimum gomlu pubbunum í Føroyum
Barry Bláhamar, sum er stjóri á Bryggjuni, sigur, at íløgan sum varð gjørd í 2000 var sera stór og vóru vónirnar sjálvandi, at vitjunartalið fór at verða stórt.
Sum við øllum vinnuligum virksemi av hesum slagi, so skal eitt ávíst uppfinsemi til fyri at fáa fólk at vitja og tí verður skipað fyri tiltøkum alla tíðina, fólk hava jú alla tíðini nógv tilboð at velja í, sigur Barry. Nú tað er koyrandi av Viðareiði til Gásadals, er tað ikki longur ein sjálvfylgja, at fólk í nærumhvørvinum velja júst okkum og tí eru vit aktiv við tiltøkum, sigur hann.
Barry sigur, at teir royna av og á at hava ymisk tiltøk, so sum fótbólt á stórskýggja dans, bryggjuquitz, hugnakvøld oa.. Ikki kann annað sigast,enn at hesi kvøld hava verið javnt væl vitjaði. Tað nýggjasta sum er í stoypiskeiðini er, at vit hava keypt eitt karaokeannlegg, sum væntast at koma at koyra áðrenn jól.
Nú leygarkvøldið tann 18. oktober hava vit sett full segl sigur Barry Blahamar. Teir báðir vælkendu tónleikararnir Eyðun og Terji fara at spæla á Bryggjumi, og tá plaga at samlast heilt nógv fólk. Men áðrenn tann stóra dansin byrjar ein spurnarkapping, har ein og hvør kann vera við. Einasta treytin er, at tað max.kunnu vera fimm fólk á hvørjum liði, sigur Barry at enda.