Bryggjan eigur bestu matstovu í Norður Londum

Matstovan Noma á Norður Atlants Bryggjuni er ein av bert tveimum norðurlendskum matstovum, ið eru komnar á listan yvir tær fimti bestu matstovurnar í heiminum.

Matstovan Noma, ið liggur á Norður Atlants Bryggjuni í Keypmannahavn hevur júst fingið heiðurin sum besta matstova í Norður Londum í háttvirda bretska mat tíðarritinum Restaurant Magazine. Noma er bert onnur av tveimum norðurlendskum matstovum á listanum yvir tær fimti bestu matstovurnar í heiminum.
 
Listin varð avdúkaður á samkomu í London í farnu viku, og Noma er á 33. plássi, hin norðurlendska matstovan er svenska Oaxen á 48. plássi. Tað er ein dómarabólkur við fleiri hundrað mat serkønum, ið velja matstovurnar á listanum, so hetta er ein risa heiður fyri Noma. Tað er spanska matstovan El Buli, ið er ovast á listanum.

Frammanundan er bíðitíðin fyri at sleppa at eta á Noma upp til 3 vikur, og hesin heiður man ivaleyst fara at leingja um bíðitíðina.
 
Noma hevur lagt seg eftir at gera mat burtur úr norðurlendskum rávørum, á heimasíðu síni skrivar Noma, at tey fáa rávørur úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi og hinum Norður Londunum:
 
Eksempelvis hestemuslinger, dybhavskrabber og jomfruhummere fra Færøerne, som vi modtager og har gående levende indtil de skal serveres. Skyr, helleflyndere, vilde laks, torsk og tang fra Island. Lam, moskusokse, bær og vand fra Grønland. På samme måde afsøger vi især Danmark, men også de øvrige nordiske lande, for at sikre forsyninger af råvarer i særklasse. Både meget dyre ting, men også oversete, beskedne ingredienser som kornsorter, gryn og bælgfrugter som du vil opleve i overraskende tilberedninger.
 
Noma er frammanundan ein sera nógv róst matstova, við sera góðum ummælum í donskum bløðum. Í fjør fekk Noma eina sokallaða Michelin stjørnu, ið bert bestu matstovurnar í heiminum fáa. Í Danmark eru bert 10 matstovur í hava eina tílíka. Sambært heimasíðuni Ibyen.dk hevur Noma í ár fingið eina sokallaða Rising Star. Hetta er eitt slag av hálvari Michelin stjørnu, ið merkir, at matstovan er á veg móti síni næstu Michelin stjørnu. Í løtuni hevur eingin donsk matstova tvær Michelin stjørnur.