Serliga Sct. Brigid ale, sum Føroya Bjór sendi á marknaðin sum fyrsta av fýra føðingardagsølum, verður nú aftur at fáa.
Ætlandi skuldu serligu føðingardagsølirnar bert bryggjast tí einu ferðina, men góða móttøkan av Sct. Brigid ale hevur nú fingið bryggjaríið í Klaksvík at senda enn eina tapping á marknaðin.
Sct. Brigid Ale er ein írskt inspirerað Ale 4,6% abv. Bryggjað við úrvaldum rávørum, fleiri ymiskum maltsløgum, besta vatni og kryddað við 3 humlusløgum.
Smakkurin er mildur, lætt kryddaður og balanceraður við gódum malt og humlusmakki.
Næsta ølin í røðini er á marknaðinum í løtuni, og nevnist hendan ølin Sct. Brigid IPA. IPA stendur fyri Indian Pale Ale.
Tey bæði sløgini, sum koma afturat í føðingardagsrøðini, koma út í næstum, verður sagt av Føroya Bjór. Talan er um Sct. Brigid Boheme og Sct. Brigid Blond, og umboða hesar ávikavist kl. 1 og kl. 2 í styrki.