Formaðurin í Havnar Fótbóltur veit væl um reglurnar hjá ÍSF um rusdrekka og ítrótt.
Jú, tær eri eg vitandi um, og nei, eg haldi ikki, at sáttmálin er í stríð við reglurnar, sigur Jan Otto S. Holm.
Hann vísir á, at HB í fleiri ár hevur havt stuðulssáttmála við Føroya Bjór, sum jú eisini bryggjar øl. Settur upp móti, at argumentið í tí sambandi var, at Føroya Bjór eisini bryggjar sodavatn, sigur Jan Otto S. Holm:
Okkara bryggjar eisini eina lættøl uttan alkohol.
Meira vil formaðurin í Havnar Fótbóltur ikki siga um evnið.