Í samband við stóra ferðavinnutiltakið, ið Atlantic Airways skipar fyri á torginum í SMS, spælir Bryan Rice Danska Melodi Grand Prix lagið ?Breathing? á Torginum í dag klokkan 17.00. Og klokkan 19.00 verður drigið um ferðina fyri tvey á rutunetinum hjá Atlanic Airways. Eisini skal kendi danskarin spæla á Rex í kvøld.
Leygardagin spælur Brandur Enni klokkan 13.00, Jógvan Hansen spælir kl 14:00 og
Angela hevur ymiskt undirhald til børnini kl 15:00. Klokkan 16.00 verður vinnarin funnin í kappingini um familjuferðina til Lalandia.