Grand Prix tónleikur verður á skránni í REX um vikuskiftið. Fríggjakvøldið verður tað Bryan Rice, sum stendur fyri tónleikinum, meðan Jens Marni band verður leygarkvøldið. Bryan Rice kemur fríggjadagin til Føroya, har hann fer at framføra í REX. REX bjóðar Grand Prix tónleik um vikuskiftið, nú tað styttist til Eurovision finaluna í Oslo.
Leygarkvøldið verður Jens Marni band í REX.










