Bryan Rice fer kl. 17.30 á pall á Vágsbøi í Klaksvík, men áðrenn leiðin gekk til Klaksvíkar, shoppaðu Bryan og bólkurin í Skálki í SMS. Bryan Rice og hansara ferðalið komu til landið fyrr í dag, men tíanverri komu ikki øll kuffertini við, so tí gekk leiðin í Skálk, har teir keyptu sær nýggj klæði. Planet.fo fekk orð á Bryan, ið sum vanligt var fryntligur.
- Dagurin í gjár var nokkso møðisligur, vit bíðaðu í átta tímar á flogvøllinum, men nú eru vit her, so tað er deiligt, segði hann.
Hetta er aðru ferð at Bryan vitjar í Føroyum, eftir framførsluna á Planet Awards í januar og tað tyktist, sum bæði Bryan og hinir limirnir í bólkinum, ið vóru við ta ferðina vóru glaðir at vera aftur her á klettunum.










