Poppsangarin Bryan Rice hevur fingið heiðurin at hava fyrstu stóru konsertina í Tivoli í Keypmannahavn í ár. Hann skal spæla til fríggjakvøldskonsert í kvøld
Tivoli í Keypmannahavn ger á hvørjum summari nógv burtur úr at hava stórar konsertir. Fredagsrock verða konsertirnar kallaðar, og vanliga koma fleiri tíggjutúsund fólk til hesar konsertir.
Millum danskar tónleikarar er tað ein stór og spennandi uppgáva at sleppa á pallin í Tivoli, og fyrireikararnir kalla bert teir bestu bólkarnar inn til hesar konsertir. Millum bólkarnar, sum skulu spæla í Tivoldi í summar, eru Big Fat Snake, The Sandmen, Pet Shop Boys, Saybia, Poul Krebs, Thomas Helmig og onnur.
Í kvøld verður fyrsta fríggjakvøldskonsertin í Tivoli í ár, og maðurin, sum skal spæla hesa fyrstu konsertina, er eingin annar enn Bryan Rice.
- Tað er ein sera stórur heiður at sleppa at spæla fyrstu konsertina í Tivoli, og eg gleði meg sum eitt barn at fara á pallin í kvøld, sigur Bryan Rice.
Hann var fyrr í ár í Føroyum og spældi nakrar sangir til Planet Awards, og í august mánaði kemur hann aftur til Føroya, og tá skal hann spæla á Summar Festivalinum.
Bryan Rice átti mest spælda sangin í donskum útvarpi í fjør. Tað var megahittið No Promises, sum bæði verður at hoyra á plenuni í Tivoli í kvøld og á Vágsbøi í august.
Tíðindaskriv










