Bryan Rice er í Føroyum

Beint fyri evstamark lendi flogfarið við Bryan Rice og hansara tónleikarum í Vágum, vit fingu orð á dámliga danan.

- Túrurin var fyri mítt viðkomandi bæði góður og skjótur, vit skuldu so øgiliga tíðliga upp, at eg svav nærum allan túrin. Men eg vaknaði til innflúgvingina og fyri ein sum meg, ið ikki eri vanur við fjøll, var tað ótrúliga vakurt. Túrurin til Havnar var eisini serligur, , á einum skíggja sá eg DVD um Føroyar og samstundis sá eg, hetta stórsligna landslagið fúka framvið, greiðir Bryan frá uttan fyri miðlahúsið í Vágsbotni.