- Í byrjanini, tá man skal skipa fyri konsertum, fær man onki svar upp á sínar umbønir. Um tað so eydnast at fáa onkran kendan til Føroya, gerst tað eitt sindur lættari, greiðir Dennis Holm á Fivestar frá.
At Kris Kristofferson og Bryan Adams vóru í Føroyum fyri nøkrum árum síðani vísti seg at hava stóran týdning, tá Fivestar vildi hava Elton John til Føroya.
- Gittaristurin hjá Bryan Adams og dóttir managaran hjá Elton John kennast væl. Tá tey hittust til brúdleypið hjá síðstnevndu síðsta summar, fór tosið inn á Føroyar, og hvussu væl nøgdur Bryan Adams hevði verið við vitjanina, greiður Dennis Holm frá.
Hetta vakti áhugan hjá fólkunum rundan um Elton John og konsertin í Føroyum gjørdist veruleiki.
- Um tað eydnast líka væl við hesi konsertini, kunnu vit kanska fáa nøvn sum Rolling Stones ella Bon Jovi hendanvegin, droymur Dennis Holm.