Bryan Adams forfylgdur

Bryan Adams varð herfyri eltur av einari mammu og soni hennara, ið fyrst komu yvir til hann í einari matstovu fyri at fáa autografin hjá honum. Síðani vórðu tey sædd uttan fyri húsið hjá honum í West London. Bryan mátti at enda ringja eftir løgregluni, ið gav honum nøkur góð ráð. Ongin ákæra er reist móti teimum báðum. Ein talsmaður hjá Bryan Adams sigur, at Bryan er ein sera privatur maður, ið ikki dámar at gera nógv um seg. Hann ynskir ikki, at mamman og sonurin koma í álvarsamir trupulleikar, men hann vil fegin fáa frið. Løgreglan kannar í løtuni málið.