Bryam Adams

Fløguummæli

At blanda drykkin soleiðis, at bæði (sera) ungir bubblegum entusiastar og (heldur) eldri tatoveraðir hestahals rockarar leita á sama stað um somu tíð ? tað dugir Bryan Adams.

The Best Of Me er ein sonn parada av hit-løgum, har tey flestu hava ein tíðarleysan, klassiskan dám. Tey rigga á Wembley, tey rigga gjøgnum útvarpslurtið, tey rigga á dansigólvinum, tey rigga í bilinum.

Seinastu árini er kanadiski Adams vorðin nakað meira sukursøtur. Balladurnar eru fleiri enn Summer Of ?69 og Can?t Stop This Thing We Started og Run To You. Kortini eru kompositorisku dygdirnar varðveittar. Løgini eru serstakliga góð. Tað er kanska heldur ikki so løgið. Adams skrivar nevniliga allarflestu løgini saman við einum ávísum John "mutt" Lange ? maðurin, ið eisini skrivar løgini til Shania Twain (Lange er eisini hennara húsbóndi) og hevur produserað Def Leppard.

Aftrat hepnu hondini við at velja út løg, so hevur Adams eisini hasa røddina, tú kennir aftur alt fyri eitt. Hann er lættur at identifisera.

Um tú ikki eigur nakra fløgu við Bryan Adams, so henda útgávan frálíkt stað at byrja. The Best Of Me er nýtt og gott gamalt til tíðarleysan dans millum ættarlið.