Brutu prestarnar

Onkur hevur helst koyrt á fleiri prestar framvið Vestmannavegnum sunnunáttina, tí í morgun vóru bilførarar á veg til Vestmanna vitni til, at bæði prestar og skilti lógu sløgd á og kring vegin.
Løgreglan fekk á middegi í dag fráboðan um tilburðin, og boðini eru borin víðari til landsverkfrøðingin. Um landsverkfrøðingurin ikki velur at melda tilburðin, verður einki meiri gjørt við herverkið.