Brutu inn til lækna eftir heilivági

Løgreglan ávarar staðiliga fólk ímóti at taka heilivág, sum ikki er ætlaður til tey

 

Á midnátt fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið í læknaviðtalina hjá kommunulæknanum í Kollafirði.

 

Løgreglan sigur, at heilivágur er stolin, men enn vita tey ikki, hvussu nógvur heiluvágur er stolin, ella hvat slag tað er.

 

Enn vita tey einki um, hvør tað kann vera, sum hevur brotið inn, men tað verður kannað í løtuni.

 

Løgreglan sigur, at tá ið innbrot er til læknar, er tað ofta eftir heilivági, sum kann brúkast at rúsa seg við.

 

Men tey ávara staðiliga fólk ímóti at taka heilivág, sum ikki er ætlaður til tey, tí tað kann fáa heilt álvarsligar avleiðingar.