Brutu inn til dómaran

Bayern München-spælararnir vóru í øðini eftir tapið móti Real Madrid í gjár. Breið semja er um, at dómarin avgjørdi dystin til fyrimuns fyri spanska stórfelagið, tá hann fyrst av órøttum vísti Arturo Vidal av vølli og síðani góðkendi tvey mál hjá Cristiano Ronaldo, hóast hann var rangstaddur í báðum førum. Onkur vil eisini vera við, at Casemiro hjá Real Madrid skuldi verið vístur av vølli longu tíðliga í seinna hálvleiki, tá hann framdi brotsspark móti Arjen Robben.

 

Nú siga spanskir miðlar, at tríggir av spælarunum hjá Bayern München, Arturo Vidal, Robert Lewandowski og Thiago Alcantara, brutu seg inn í skiftirúmið hjá dómaranum eftir dystin, fyri at siga honum nøkur borgarlig orð.

 

Hetta hendi sum skilst 20 minuttir eftir, at dysturin var liðugur og sambært sponskum miðlum máttu løgreglumenn taka sær av illu spælarunum.

 

Tað er góður møguleiki fyri, at hetta fær fylgir fyri týska felagið. Um dómaratoymið velur at boða frá hendingini, kann týska felagið vænta sær eina harða revsing.