Seks bilførarar vórðu tiknir "á hjólunum", sum sagt verður, fyri rúsdrekkakoyring í Havnini um vikuskiftið. Hetta vil siga, at teir eru tiknir meðan teir koyrdu.
Eisini fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein koyrdi fullur, og endaði hetta við einum ferðsluóhappi á Frælsinum í Havn, har fulli bilførarin rendi á tveir bilar. Ongin fólkaskaði stóðst av óhappinum
Innbrot á skúlan við Ósánna
Í Klaksvík hevur var eitt innbrot á skúlan við Ósánna fríggjanáttina. Her var talan um tveir ungdómar, sum høvdu brotið seg inn á skúlan har teir vóru farnir í holt við tveir óstappaðar fuglar. Eisini høvdu teir tømt ein pulvursløkkjara á skúlanum.
Vakthavandi á politistøðini í Klaksvík sigur, at onki álvarsligt er hent, men at pulvursløkkjarar dálka illa, so talan verður helst um eitt størri vaskiarbeiði á skúlanum. Innbrotið er tó ikki tað fyrsta av slagnum, tað er komið fyri fleiri ferðir fyrr, at brotið hevur verið inn á skúlar, og hava tey málini verið uppklárað. Løgreglan sigur seg hava slóðir at ganga eftir hesum málinum viðvíkjandi, men tó hevði tað verið gott um onkur visti okkurt at siga løgregluni í Klaksvík.
? Tað er onkuntíð komið fyri, at skúlin hevur verið noyddur at lata aftur í nakrar dagar tá innbrot hevur verið, men tað er talan helst ikki um í hesum førum, sigur vakthavandi á politistøðini í Klaksvík at enda.