Klokkan 11.15 í gjármorgunin varð boðað frá, at innbrot hevði verið í eini café í Havn. Tjóvar høvdu brotið eitt lás upp til eina goymslu og stolið einar tíggju rammur av øli og cider. Í hvørjari rammu eru 24 blikk, so talan er tilsamans um eini 240 blikk av øli og cider. Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum síggja onkrar leivdir frá hesum onkrastaðni.
Í nátt fór alarmurin í Sankta Frans skúla í gongd. Løgreglan fór á staðið, onkur løgin ljóð hoyrdust inni, so boð vórðu send eftir hundapatruljuni. Men eingin var inni í skúlanum.
Tað vísti seg at vera gjøgnumtrekkur. Eitt vindeyga stóð opið, og ein úthurð var ólæst.
Greitt er ikki, hví alarmurin fór í gongd á lærarastovuni. Hildið verður tó, at talan er um tekniskan feil í alarminum. Hetta verður nú kannað.