Mitt í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at fólk vóru í ferð við at bróta inn í ein hjall í Havn.
Tað var eigarin, sum vaknaði av gangi og ringdi eftir løgregluni. Løgreglan kom á staðið og fekk fatur á tjóvunum, sum vóru ein maður og ein kvinna.
Tey vóru bæði ávirkað av rúsdrekka, og tey høvdu ikki brotið inn eftir kjøti – men eftir rúsdrekka.
Løgreglan sigur, at tey hava bæði játtað seg sek eftir tað vórðu tey leyslatin aftur. Men tey frætta so aftur frá løgregluni.