Løgreglan roynir nú at fáa greiði á, hvør tað var, sum breyt inn á apotekið í Havn beint fyri páskir. Løgreglan sigur, at ein hurð er brotin upp og fólk hevur verið inni. Alarmurin fór ígongd, men innbrotstjóvurin slapp sær til rýmingar, áðrenn nakar kom fram.
Men nakað av heilivági, sum skuldi burtutbeinast, er stolið. Løgreglan sigur, at talan er um heilivág, sum tað ber til at rúsa seg við.
Men løgreglan sigur, at vakmyndatólk eru á plássinum, so tey halda seg kenna gerningsmannin aftur. Sjálvur noktar hann seg sekan, men løgreglan arbeiðir nú við at seta pusslispælið saman fyri at fáa. greiði á, hvussu tann, sum er undir illgruna, hevur ferðast um tað mundi, innbrotið var.