Brutu bummin

Um fimm tíðina vóru tríggir ótangar og vitjaðu endurnýstluplássið á Bumshamri í Klaksvík.

Á veg út aftur breyt ein av monnunum bummin, forðingin fyri atgongd til plássið uttan fyri upplatingartíð.

Eitt vakmyndatól avdúkaði menninir, sum komu gangandi við fløskum.

Politiið metir, at neyvan verður torført at finna menninar, tí ein av monnunum hevði ein eyðkendan hund við sær.

Maðurin, sum breyt bummin, verður skuldsettur fyri herverk, og hann kann vænta sær eina stóra rokning, tí bummurin, sum hann breyt, er verdur væl yvir 10.000 krónur.