Brutal fíggjarstýring ?

Ein sera harðlig fíggjarstýring hevur verið neyðug seinastu fýra árini í Tvøroyar Býrað.
Skuldin skuldi niður !
Úrslitið má sigast at vera sera flott tí nú skyldar kommunan minni enn eina álíkning
Afturlítandi tykist fíggjarstýringin í nøkrum førum at hava verið óneyðuga harðlig.
Persónliga eri eg sera hørm um at vit hava skert hjá teimum við serligum tørvi og
at sambýlismálið ikki varð loyst so sum partar av býráðnum ynskti.
Innanhýsis í meirilutanum hevur ikki verið full semja um handfaringina av sambýlismálinum,
men meirluti var so fyri at selja sambýlið ella toftirnar av tí og tryggingarpeningurinn 1,3 mill kr og
sølupeningurin fyri toftirnar 300.000 kr varð sett á bók til eldraøkið.
Argumentið hjá nøkrum hevur verið at at tað er ikki ein kommununal uppgáva at reka sambýli.
Var tað ikki ein kommunal uppgáva tá sambýlið upprunaliga varð sett á stovn ?
Tvøroyar kommuna hevur traditión fyri at reka ellisheim,tí longu fyri yvir 60 árum síðan lat fyrsta ellisheimið á Tvøroyri upp.
Tað má vera góður javnaðarpolitikkur at kommunan eftir førimuni áteku sær átrokandi sosialar uppgávur.
Sagt verður at vit hava so nógv onnur mál at loysa,men her kemur so spurningurin um raðfsting og persónliga vil eg sleppa at raðfesta sum javnaðarkvinna!
Tí fari eg um eg verið afturvald at seta uppskot um at stovna sambýlið av nýggjum eisini tí alt bendir á at eldraøkið endar sum kommunal uppgáva.