Brússel avlýsir nýggjárshald

Óttin fyri yvirgangi er so stórur, at myndugleikarnir hava avlýst nýggjárshaldið í býnum

Í Brússel var ætlanin at skjóta stórt fýrverk í miðbýnum, har vónin var at savna nógv fólk rundan um midnáttarleitið gamlaárskvøld, men tiltakið er nú avlýst.

Borgarstjórin í Brússel hevur avlýst tiltakið, tí hildið verður, at tað ikki ráðiligt at savna so nógv fólk í miðbýnum. Ótti er fyri yvirgangsatsókn í býnum, skrivar tíðindastovan RTBF.

- Hetta er rætta avgerðin at taka út frá teimum upplýsingum, sum myndugleikarnir hava, sigur belgiski forsætisráðharrin, Charles Michel, sambært blaðnum Le Soir.

Í fjør vóru eini hundrað túsund fólk savnað til almenna nýggjárshaldið í Brússel.