Danski festivalurin Roskilde hevur í morgun kunngjørt fyrstu tíggju nøvnini, ið fara á pall komandi summar, tá skipað verður fyri festivalinum fyri 48. ferð.
Tað størsta navnið er 32 ára gamli amerikanarin Bruno Mars, ið síðstu árini hevur latið úr hondum eina røð av hittum, harímillum Grenade, Just The Way You Are, That’s What I Like og Uptown Funk
Umframt Bruno Mars, so avdúkar festivalurin, at skotski bólkurin Mogwai skal spæla á festivalinum júst tjúgu ár eftir, at bólkurin fyrsti ferð spæla á Roskilde.
Hini nøvnini, ið vórðu avdúkaði í morgun, eru Vince Staples (USA), Watain (Svøríki), Myrkur (Danmark), C.V. Jørgensen(Danmark), Nelson Can (Danmark), Oh Sees (USA), Yasuaki Shimizu (Japan) og Wilkinson (Ongland)