Brunnbátur sigldi á Gamla Edvard

-

Seinnapartin sunnudagin sigldi brunnbáturin Tjørnunes á útróðrarbátin Gamla Edvard í havnini í Leirvík. Orsøkin til óhappið var, at umstýringin hjá Tjørnunesi ikki virkaði sum hon skuldi, og tískil fekk báturin ikki sligið bakk.

Óhappið førdi ikki til fólkaskaða, men útróðrarbáturin Gamli Edvard fekk tó nakað av skaða.