Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Gro Harlem Brundtland, sum starvast hjá Heimsheilsustovninum WHO, hartar nú Svøríki fyri mátan, sum landið taklaði covid-19 farsóttina, tá landið í byrjanini legði upp til at skapa ein floksimmunitet í fólkinum ímóti sjúkuni.
Tað er svenska blaðið - Expressen - sum endurgevur fyrrverandi norska forsætisráðharran. Gro Harlem Brundtland vísir á, at nógvar ferðir fleiri deyðsføll hava verið í Svøríki enn í Noregi - eisini, tá munurin í fólkatalinum verður havdur í huga.
- Her er rættiliga stórur munur, leggur fyrrverandi forsætisráðharrin aftrat.
Hon sigur seg ikki skilja, hvussu tað ber til, at Svøríki byrjaði við teirri strategi, sum landið gjørdi - serliga, tá havt verður í huga, at leiðin, sum landið gekk, ikki hevði nakað vísindaligt grundarlag.
- Tað letur seg ikki gera at byggja upp ein floksimmunitet móti einum slíkum virus. Um hetta skuldi borið til, hevði hetta havt stórar avleiðingar við sær við sjúkum og deyðum. Alt ov mong gjørdust sjúk, og alt ov mong doyðu í Svøríki.
Gro Harlem Brundtland leggur tó aftrat, at munurin millum Noreg og Svøríki í dag er nógv minni, enn í byrjanini av farsóttini. - Svøríki hevur tikið størri atlit seinastu mánaðirnar, sigur fyrrverandi forsætisráðharrin.