Brunch  hugni og góður matur til eitthvørt høvi

Brunch er óført til ein seinan morgunmat ein gulan sunnudag heima við hús. Brunch hóskar eisini framúr væl til allar vanligar hátíðarløtur: brúdleyp, føðingardagar og dóp, ella tá høvið er at fagna lívinum við at bjóða vinum við børnum til ein leskiligan bita í avslappandi umhvørvi.

Brunch er ein óhátíðarlig og hugnalig máltíð, sum liggur millum klokkan 10-14, og er bæði morgunmatur og frokostur í einum. Upprunaliga stavar brunch frá Onglandi, har tað var ómetaliga vælumtókt fyrst í 20. øld, og síðani hava lond sum í USA og Evropa tikið fyribrigdið til sín.
Í londunum kring okkum hava allar caféir við virðing fyri sær sjálvum brunch á matkortinum, har tær bjóða plattar ella sjálvtøkuborð við alskyns leskiligum, líka frá jogurt og cornflakes til croissantir, ost og chorizopylsu.
Sum Uni Gullfoss, kokkur, sigur aðrastaðni her á síðuni, so er tað bert hugflogið, ið setur markið fyri, hvat vit bjóða til ein brunch. Vit á Sosialinum hava gjørt mat og bjóða tykkum uppskriftirnar til nakrar øðrvísi rættir á brunchborðið: tvey sløg av sandwich, tomatsalat og súreplapannukøkur við ahornsiroppi. Afturvið drekka vit frískt pressað appilsindjús, te og kaffi.

Sandwich
Sandwich við gorgonzolaosti, parma-skinku, ruccola og sólturkaðum tomatum

8-10 sandwichbollar
1 pk. ruccola
200 g. parmaskinku ella onnur góð luftturkað skinka
150 g. Gorgonzola ost
½ glas av sólturkaðum skivaðum tomatum í olju
1 fet av hvítleyk

Hesir sandwicharnir skulu gerast sama dag, sum gestirnir koma. Rista sandwichbollarnar í ovninum. Tak eitt rátt fet av hvítleyki og gníggja tað á breyðini. Tak undirbollan og legg eitt lag av ruccola salat og síðani eina góða skivu av parmaskinku á. Omaná leggur tú eina skivu av gorgonzola (kann eisini vera mildari ostur, so sum Castello ella Saga). Síðani aftur ruccola og fitt av sólturkaðum tomatum. Og yvirbollan omaná alt. Borðreið sandwicharnar á einum bakka, so fólk sjálvi kunnu fáa sær.

Karrydressingur til clubsandwich

1 lítlan leyk
1 spsk. karry
½ tsk. spíðskumman
1 ½ tsk. hunang
5 spsk. grikskt jogurt
1 spsk. majones

Hakka leykin, og steik hann saman við karry og spíðskumman. Rør hunangin í. Køl blandingina av, vend jogurt og majones í, og smakka til.

Clubsandwich

Clubsandwich við marineraðum høsnar-ungakjøti, icebergsalat, tomatum og heimagjørdum karrydressingi

8-10 sandwichbollar
1 icebergsalat
900 g. fryst høsnarungabringa
5 tomatir í tunnum skivum
Mgl. snerkt roykt flesk
Karrydressing (sí uppskrift)

Hesir clubsandwicharnir smakka stak væl, og tú kanst gera alt klárt dagin fyri. Skivaða icebergsalatið kann goymast í einum lufttøttum posa og tomatirnar við, og kjøtið kann eisini verða marinerað, grillað og skivað dagin fyri.
Sama dag: Nú er bara at hita breyðini og at leggja sandwicharnar saman, áðrenn gestirnir koma. Rista sandwichbollarnar í ovninum. Smyr eitt lag av karrydressing á undirbollan og legg icebergsalat útyvir. Omaná leggur tú nakrar skivur av høsnakjøti og nakrar tunnar skivur av tomat. Síðani væl av karrydressing og salat aftur. Og yvirbollan omaná. Borðreið teir á einum bakka, so fólk sjálvi kunnu fáa sær.

Marinerað høsnakjøt
til clubsandwich

Ein pakka av frystari høsnarungabringu
Marinada
6 spsk. góða olivenolju
6 spsk. soya
4 spsk. sitrón
2 tsk. farin
2 fet av hvítleyki
2 tsk. timian

Tiðna kjøtið og legg tað í eitt fat. Blanda marinaduna og oys hana útyvir. Set í køliskápið í nakrar tímar og vend kjøtinum av og á. Set ovnin á grill og legg høsnarungakjøtið á eina rist við skuffu undir. Kjøtið skal grillast á báðum síðum í 20-30 minuttir tilsamans.


Tomatsalat

6 tomatir
1 leyk í smáum bitum
1 lítið blikk av oliven
1 pk. økologiskan geitafetaost í blokki
½ glas av sólturkaðum skivaðum tomatum í olju
2 spsk. av góðari jomfrú olivenolju
2 spsk. av soyu
1 spsk av balsamikoedikki
1 fet av hvítleyki
timian og basilikum

Sker tomatirnar í skivur og legg tær í fat. Blanda olju, soya, balsamikoedikk, pressaðan hvítleyk og kryddurtir saman og stoyt tað yvir tomatirnar. Omaná leggur tú oliven, fetaost í bitum og sólturkaðar tomatir.


Súreplapannu-køkur við siroppi

200 g av hveitimjøli
2 tsk bakipulvur
100 g av sukur
1 tsk kanel
1 egg
2 ¼ dl. søtmjólk
2 grovrivin súrepli
1 tsk. smør

Koyr alt tað turra í ein bolla og ger eina kullu í miðjuna. Píska egg og mjólk saman og oys niður í kulluna. Rør varisliga vætuna inn í mjølblandingina og rør rivnu súreplini í. Koyr smelta smør á pannuna, og lat tað brúsa av. Skeiða deiggið á pannuna í uml. 9 cm. stórar kakur. Vend teimum, tá aftaná ein minutt og baka liðugt á hinari síðuni. Ikki brúka og nógvan hita. Borðreið í einum bunka og oys ahornsiropp yvir.