Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, tekur fult undir við ætlanunum at flyta ábyrgdina av Brunaumsjón Landsins frá Landsverkfrøðinginum. Hann vísir á, at tað kann vera óheppið, at hann sum landsverkfrøðingur, tvs. byggiharri, eisini hevur evstu ábyrgd av Brunaumsjónini, tvs. myndugleikanum, ið skal hava góðkenna og hava eftirlit við trygdini av projektunum hjá Landsverkfrøðinginum.
- Tað kann vera óheppið, at eg sum byggiharri eisini havi ábyrgdina av myndugleikanum, ið góðkennir trygdina ? har kann eg fáa ein gegnistrupulleika, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.
Vágatunnilin einki eindømi
Umframt at vera landsverkfrøðingur og harvið eisini ovasti myndugleiki hjá Brunaumsjónini, er Oyvindur Brimnes nevndarlimur í P/F Vágatunnilin. Hóast hann eisini er nevndarlimur í partafelagnum, sum stendur fyri undirsjóvartunnlinum, so metir Oyvindur Brimnes ikki, at tað í sær sjálvum kann geva honum gegnistrupulleikar. Hann metir ikki mun vera á, hvørt Landsverkfrøðingurin situr í nevndini í einum partafelag, sum skal byggja ein tunnil, heldur enn at Landsverkførðingurin sjálvur stendur fyri arbeiðinum at gera ein tunnil.
Í løgtingslógini fyri Vágatunnilin stendur, at Landsverkfrøðingurin skal góðkenna tunnilsverkætlanina, áðrenn arbeiðið verður sett í verk, og eisini skal stovnurin hava eftirlit við, at arbeiðið verður gjørt í samsvar við góðkendu ætlanina. Tí heldur Oyvindur Brimnes tað vera ein sjálvsagdur lutur, at landsverkfrøðingurin er umboðaður í nevndini í partafelagnum, sum stendur fyri arbeiðinum at gera Vágatunnilin.
Oyvindur Brimnes vísir á, at gegnistrupulleikin liggur í, at hann eisini er ovasti fyri Brunaumsjónina. Hann sigur seg skilja, um fólk seta spurnartekin við leiklutin hjá sær, tá hann í næstum sum ovasti fyri Brunaumsjónina skal góðkenna trygdina í undirsjóvartunnlinum.
- Eg eri greiður yvir, at mín støða skjótt kann elva til illgitingar millum manna, og at spurnartekin kunnu vera sett við gegnið hjá mær. Men eg meti ikki, at gegnistrupulleikin hjá mær er størri í samband við góðkenningina av Vágatunnlinum enn tá eg til dømis skal góðkenna ein annan tunnil, ið Landsverkfrøðingurin sjálvur hevur staðið fyri, sigur Oyvindur Brimnes.
Hann ásannar, at hann sum nevndarlimur í P/F Vágatunnilin kann koma undir trýst frá restina av nevndini um at gera sína ávirkan galdandi í Brunaumsjónini, so tunnilin ikki verður seinkaður av hesi orsøk.
- Sum eitt hugsað dømi kundi tað verið tilfeldið, at eg í nevndini í P/F Vágatunnilin bleiv trýstur til at góðkenna tunnilin áðrenn 10.desember, av tí at eg nú eisini eri ovasti fyri Brunaumsjónini. Men har má eg vísa á trygdarkrøvini, ið eru sett til tunnilin. Kunnu ávís krøv ikki lúkast áðrenn tunnilin skal lata upp, so skal P/F Vágatunnilin vísa á aðrar trygdarætlanir, sum viga upp ímóti upprunaligu krøvunum, so samlaða trygdin ikki gerst verri. Annars verður tunnilin ikki góðkendur, sigur Oyvindur Brimnes. Hann leggur afturat, at hann í tí dagliga í minst møguligan mun leggur seg út í arbeiðið hjá Brunaumsjónini, men av tí at hann hevur evstu ábyrgdina, noyðist hann at fylgja við arbeiðinum, og hann sær eisini úrskurðirnar, sum leiðarin fyri Brunaumsjónina kemur til.
- So leingi eg sum landsverkfrøðingur havi ábyrgdina av Brunaumsjónini, má eg royna at arbeiða eftir míni bestu sannføring, og annars leggja meg so lítið sum gjørligt út í arbeiðið hjá Brunaumsjónini, sigur Oyvindur Brimnes.
Ábyrgdin flytast
Tað tykist greitt, at sjónarmiðini hjá Oyvindi Brimnes skjótt fara at síggjast aftur. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, ið varir av Landsverkfrøðinginum, hevur tikið avgerð um at Brunaumsjón Landsins skal loysast frá Landsverkfrøðinginum, so ella so.
Í løtuni situr ein bólkur og arbeiðir við spurninginum um, hvat skal vera av Brunaumsjónini í framtíðini. Sjey-manna bólkurin er mannaður við fólki frá Løgmansskrivstovuni, Vinnumálaráðnum, umframt at leiðararnir og starvsfólkaumboð fyri Brunaumsjónina og Arbeiðseftirlitið eru við.
Hjørdis Gaard, fulltrúi, ið umboðar Vinnumálaráðið í bólkinum, sigur, at arbeitt verður við tveimum ymsum loysnum. Antin at skipa Brunaumsjónina í ein sjálvstøðugan stovn, ella at leggja Brunaumsjónina saman við øðrum stovni. Bólkurin skal sum so ikki koma við nøkrum tilmæli til landsstýrismannin, men heldur lýsa fyrimunir og vansar við báðum loysnum. Hjørdis Gaard sigur, at umframt møguleikan at skipa Brunaumsjónina sum sjálvstøðugan stovn, leysan av Landsverkfrøðinginum, so verður eisini arbeitt við møguleikanum at leggja saman Brunaumsjónina og Arbeiðseftirlitið. Hon leggur afturat, at ein møgulig samantvinnan av Brunaumsjónini og Arbeiðseftirlitinum bara kann gerast ein góð loysn, um undirtøka er fyri tí á stovnunum báðum, og m.a. tí eru báðir stovnar umboðaðir í arbeiðsbólkinum.
Arbeiðsbólkurin hevur sum so onga tíðarfreist fingið fyri, nær tey skulu lata landsstýrismanninum sína frágreiðing, ið skal lýsa fyrimunir og vansar við báðum møguleikum. Men Hjørdis Gaard sigur, at arbeitt verður við málinum, og tí væntar hon ikki, at meira enn nakrir fáir mánaðir fara at ganga, til arbeiðsbólkurin er liðugur við sítt arbeiði. Í síðsta enda verður tað uppgávan hjá landsstýrismanninum at taka støðu til, hvørja loysn hann velur fyri Brunaumsjónina.
Ein góð loysn
Oyvindur Brimnes heldur tað vera eina góða loysn, at myndugleikin yvir Brunaumsjónini verður loystur frá landsverkfrøðinginum.
- At Brunaumsjónin liggur undir landsverkfrøðinginum er ein trupulleiki, ikki bara í samband við Vágatunnilin, men í samband við øll arbeiði hjá landsverkfrøðinginum, ið krevja eina trygdargóðkenning ella góðkenda tilbúgvingarætlan, sigur Oyvindur Brimnes.










