Brunanevnd kannar málið til botns

- Málið um. at ein ella tveir bilar hjá Klaksvíkar sløkkiliði ikki startaðu sunnukvøldið, verður alt fyri eitt kannað til botns, sigur Steinbjørn Jacobsen, formaður í Brunanevndini hjá Klaksvíkar býráð


Tað er brunanevndin hjá Klaksvíkar býráð, sum varðar av Klaksvíkar Sløkkiliði. Er tað so, at tilbúgvingin hjá sløkkiliðinum ikki virkar, sum skal, er tað altíð eitt mál, brunanevndin skal hava til viðgerðar og kannar til botns, sigur formaðurin í nevndini, Steinbjørn Jacobsen
Fingið frágreiðing
Steinbjørn Jacobsen sigur, at hvørja ferð Klaksvíkar Sløkkilið hevur verið úti til ein tilburð, fær brunanevndin eina neyva skrivliga frágreiðing frá sløkkliðsleiðaranum um hendingina. Tað hevur hon eisini júst fingið um tilburðin sunnukvøldið, men enn hevur Steinbjørn ikki havt stundir at lesa hana gjølla.
Enn veit eg ikki annað enn, at tað vóru trupulleikar við at starta tann eina manningarbilin. Vísir tað seg, at hald er í útsøgnunum hjá varasløkkiliðsleiðaranum um tað, sum fór fram sunnukvøldið, er hetta eitt sera álvarsligt mál. Í øllum førum verður alt málið tikið upp til viðgerðar í brunanevndini mándagin og kanna til botns, sigur Steinbjørn Jacobsen. Hann leggur afturat, at sær vitandi hevur tilbúgvingin hjá Klaksvíkar Sløkkliði altíð virka fyrimyndarliga væl.