Brumman flytur til Klaksvíkar

Síðan politistøðin varð seld, hevur politiið í Havn ikki longur møguleika at seta fólk í varðhald í Havn.

Tað veit Norðlýsið at siga.

Peter Thaysen, politikommiserur, sigur við blaðið, at síðani politiið flutti í onnur høli yvir við Strond, eru ikki longur umstøður til at halda fólki aftur á politistøðini í Havn.

- Tí hava vit gjørt av, at flyta tey, sum skulu í varðhald, til brummuna á politistøðini í Klaksvík. Hetta fer at merkja øktar útreiðslur, tí vit mugu hava fleiri mans til arbeiðis, fyri at støðið á vaktini ikki ávirkast, sigur Peter Theisen við blaðið.

Hann er ikki heilt greiður yvir, hvussu nógv fólk verða afturhildin av politinum, men fongsling er altíð seinasti møguleikin.

- Tá talan er um fólk, sum eru ávirkað av rúsevnum, royna vit altíð fyrst at koyra fólkini heim ella fáa tey inn á Herbergi, men tá neyðugt er at taka tey inn á støðina er umráðandi, at vit hava nøktandi umstøður til tey, so tey kunnu sova undir tryggum umstøðum og eisini koma undir læknahond. Hesar umstøður kunnu vit ikki longur bjóða í Havn, og tí verða tey í framtíðini flutt til politistøðina í Klaksvík, har tey eru í tryggum hondum, sigur Peter Theisen við Norðlýsið.