Í fjør vaks innflutningurin hjá føroyingum av vanligum húsarhaldsvørum, seks prosent afturímóti í 2013. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir annars, at tilsamans innfluttu vit væl minni í fjør enn í 2013, men tað er mest tí, at innflutningurin av skipum og flogførum er nógv minkaður, umframt at oljan er vorðin so bílig.
Hagstovan sigur, at bæði í 2012 og 2013 innfluttu føroyingar óvanlig nógv av skipum og flogførum. Í 2012 innfluttu vit skip og flogfør fyri 1,3 milliardir krónur. Hetta minkaði niður í góðar 800 milliónir krónur í 2013, og aftur niður í 224 milliónir krónur í fjør.
- Hetta hevur eisini stóra ávirkan á innflutningin undir einum, tí hann er 7 prosent minni í fjør enn í 2012. Men taka vit ikki skip og flogfør við, er innflutningurin vaksin 3 prosent.
Hagstovan sigur, at príslækkingin á olju sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningurin av brennievni er minkaður 9 prosent í virði, men nøgdin er eisini minkað eini 2 prosent.
Størsti vøksturin er í innflutninginum av maskinum og amboðum. Í hesum bólki er innflutningurin helvtina størri í 2014 enn í 2013. Ein stórur partur av vøkstrinum eru vindmyllurnar, sum komu til landið í fjør.
Hetta skuldi eisini sæst aftur í minkandi oljuinnflutningi næstu árini, tá ið vindmyllurnar rættiliga eru farnar at gera streym. Eisini er innflutningurin av tilfari til vinnuna, vaksin. Innflutningurin av byggitilfari er vaksin 12 prosent og innflutningurin av tilfari til annan ídnað, er vaksin 5 prosent.
Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu vaks 6 prosent í fjør. Frá 2007 til 20122 minkaði innflutningurin í hesum bólki nógv. Men síðani er innflutningurin vaksin eitt sindur á hvørjum ári. Men enn er minni innflutt av hesum vørum enn í 2007.
Innflutningurin av tilfari og útgerð til vinnuna minkaði eisini nógv eftir 2007, men har er vøksturin gingin skjótari og í 2012 varð meiri innflutt til vinnuliga nýtslu enn í 2007. Í fjør var innflutningurin av tilfari til vinnuna 17 prosent størri enn í 2007, sigur Hagstovan.
|