Partrolararnir, sum fiska upsa, royna kring landgrunnin, og nú er fiskiskapurin brúkiligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
- Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva í grønlendskum sjógvi og frystir veiðina umborð. Ein annar fiskar blálongu og landar uttanlands.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og landa helst síðst í vikuni sum kemur. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju.
Ein trolbátur fiskar tosk í ein útnyrðing úr landi. Hinir trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk, reyðsprøku, tungu, havtasku og nakað av hýsu.
Allir trolbátarnir landa miðskeiðis ella seinni í vikuni sum kemur.
Marknaðurin leggur aftrat, at tvey garnaskip eisini eru til fiskiskap. Annað kemur inn at landa mánadagin, og hitt kemur síðst í vikuni.










