Leygardagin samtykti løgtingið eykajáttanarlógina fyri 1998. Har eru 300.000 krónur játtaðar til at kanna møguleikarnar á farleiðini til eystastu bygdirnar í Føroyum, Svínoy og Fugloy.
Einki ítøkiligt til eina loysn á farleiðini til Svínoyar og Fugloyar liggur á borðinum í løtuni.
? Upphæddin, sum er sett av á fíggjarlógini í ár, verður brúkt til at kanna tørvin á farleiðini út frá brúkarans eygum, Strandferðsluni, Klassanum, Skipaeftirlitinum, og Landsstýrinum, sum í síðstu atløgu er tað, ið skal fíggja farleiðina. Tað er ein fløkt prosess, tí so nógv atlit skulu takast. Hvør er tørvurin í løtuni og hvørjir møguleikar liggja á farleiðini. Út frá hesum viðurskiftum verður mett, um vit skulu keypa eitt skip ella um eitt nýtt skal byggjast, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni.
At Strandferðslan kannar tørvin á leiðini út frá brúkarans eygum merkir heilt ítøkiliga tað, at fólk í Svínoy og Fugloy verða tikin upp á ráð. Sum dømi um hetta vísir stjórin á Strandferðsluni á, at stovnurin skipaði fyri einum kunnandi fundi seinasta leygardag í Ungmannafelagshúsinum á Sandi um nýggja skipið, ið ætlanin er at byggja til farleiðina Skopun-Gomlurætt-Hestoy. Á fundinum tóku bygdaráð, fyritøkur í oynni og onnur lut og á henda hátt verður stovnurin betri greiður yvir tørvin og hugsanirnar á økinum.
? Tað er greitt, at vit virða tørvin hjá fólkinum á økinum, tí eru brúkararnir glaðir fyri loysnina, eru vit glað. Og tað má vera gongda leiðin, sigur Reidar Nónfjall.
Stjórin á Strandferðsluni viðgongur, at tað er ógvuliga trupult at finna eitt skip, ið hóskar inn í farleiðina til eystastu bygdirnar.
? Frægasta loysnin er oftast at byggja eitt nýtt skip, tí tá veit man, hvat man hevur og umvælingarnar eru ongar. Men tað verður altíð ein spurningur um kostnað. Fyri upphæddina, løgtingið hevur sett av, skulu vit meta, hvør tørvurin er, sigur Reidar Nónfjall.
Másin og Súlan
Másin hevur røkt farleiðina úr Hvannasundi til Svínoyar og Fugloyar nærum alla tíðina síðani 1959, tá skipið varð bygt. Tíðin er nú farin frá skipinum, tí hann nøktar hvørki fólka- ella farmaflutningin longur. Farleiðin hevur fleiri ferðir verið á borðinum hjá landsins myndugleikum og vent, ? tann seinasta ætlanin var at longja skipið við nøkrum metrum. Tað arbeiðið varð mett at kosta 5 milliónir krónur, men er nú slept, tí Skipaeftirlitið hevur sýtt at loyva tí.
Í løtuni røkir Súlan farleiðina til Svínoyar og Fugloyar, men hon skal aftur í sigling til Mykinesar 1. mai. Tá er umvælingararbeiðið á Másanum á skipasmiðjuni í Vági væntandi liðugt. Nýggjar el-innleggingar og aðrar ábøtur verða gjørdar.
Stórar uppgávur
Strandferðslan hevur nógvar stórar uppgávur fyri framman. Tað er ein sannroynd, at øll skipini hjá Strandferðsluni eru gomul og í løtuni arbeiðir Vinnumálastýrið í Landsstýrinum við at gera eina heildarætlan fyri alt samferðslukervið. Viðvíkjandi kanningini av farleiðini til Svínoyar og Fugloyar verður helst ein arbeiðsbólkur settur, sum skal savna allar upplýsingar inn, ið skulu nýtast í fyrireikingararbeiðinum. Nær farið verður undir arbeiðið vil Reidar Nónfjall einki siga um í løtuni.
? Vit fara í øllum førum frá okkara síðu at gera alt fyri, at ein loysn verður funnin á farleiðini til Svínoyar og Fugloyar, sum nøktar tørvin langt inn í framtíðina.










