Súsanna og Súna hava verið í gongd síðan 18. februar, men alt skal ikki vera klart - brúkararnir skulu sjálvir byggja húsið upp og reka tað. Tað er endamálið við húsinum.
Í hálvan annan mánað hava tær báðar, Súsanna Winther Poulsen og Súna Mørk verið í gongd við at fyrireika nýggja Fountain Húsið.
18. februar avgjørdi Annika Olsen at lata Fountain Húsinum í alt 6 milliónir krónur yvir 3 ár. Hetta svarar til trý árs størv í trý ár, so Súna og Súsanna skulu hava onkran aftrat sær.
Nógv virksemið verður í húsinum, men ætlanin er, at tað eru tey, sum brúka húsið, sum skulu reka tað.
Somuleiðis skulu tey vera við til at byggja tað upp, so alt skal ikki vera klárt, tá tað letur upp, sigur Súsanna Winther Poulsen.
- Vit hava gjørt fysisku karmarnar og vit hava gjørt ymiskar faldarar og fyrireika ymisk, men alt skal ikki vera liðugt, sigur Súsanna.
Enn vita tær ikki, hvussu stórur tørvurin er, men tað vil tíðin vísa. Húsið rúmar 60 fólkum, men tað ber til at flyta, um tað verður ov lítið.
Brúkarirnir kunnu í fyrsta umfarið vera við til at reka húsi, gera ymiskt fyrifallandi arbeiði, heimasíðir roknskap alt møguligt sum liggur fyri. Haraftrat hevur kommunan onkrar uppgávur við havaarbeiði, sum tey møguliga kunnu átaka sær, sigur Súsanna.
Seinni hava tær ætlanir um at kanna, um fólk kunnu koma í starvsvenjing úti í fyritøkum, sigur Súsanna. Hon var á barsil, tá avgerðin varð tikin um at seta Fountain Húið á fíggjalógina, so dótturin hevur verið við alla tíðina.
Súna Mørk, sum hevur eina fyritøku við manninum, var eisini rímiliga frítt stilla, so báðar vóru klárar at fara í gongd alt fyri eitt.
Móttøka verður í Fountain Húsinum 2. apríl kl 14 - 17. 3 apríl letur húsið upp fyri brúkarum.