Brúkarar hugsa um endurnýtslu

Umleið 8 út av 10 seldum einnýtisíløtum í Føroyum verða latin inn aftur. Tað svarar til 78 prosent. Hesi einnýtisíløtini verða øll send til endurvinningar. Tað vísir ein uppgerð, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt yvir einnýtisíløt, sum blivu latin inn til endurvinningar í fjørð.         

Síðani 2007, tá fyrstu loyvini vórðu latin til at innflyta, framleiða og selja drykkir í einnýtisíløtum í Føroyum, hevur Umhvørvisstovan gjørt upp, hvussu nógv av hesum íløtunum verða seld, latin inn aftur og send til endurvinningar.



Talið av seldum einnýtisíløtum økist ár fyri ár, og í 2012 vórðu heili 7,6 mió einnýtisíløt við panti seld. Hetta er ein hækking á næstan 17% í mun til í 2011, tá talið var 6,5 mió.



Hóast 1,1 mió fleiri einnýtisíløt vórðu seld í 2012 enn í 2011, hevur tað ikki ávirkað stórvegis, hvussu stórur partur av seldu íløtunum er latin inn aftur til endurvinningar. Í 2012 vórðu 78% av øllum seldum einnýtisíløtum latin inn aftur í mun til 80 % í 2011.



Hetta bendir á, at tað, at lata tómu íløtini inn aftur, er við at gerast ein natúrligur partur hjá flestu brúkarum. Um vit samanbera okkara tøl við hini norðurlondini, liggja vit kortini nakað niðan fyri teirra returprosent, sum vanliga liggur nakað oman fyri 80%.



Við at endurnýta tilfarið í einnýtisíløtum, verður nøgdin av burturkasti minni, samstundis sum at rávøru- og orkunýtslan verður minni eins og útlátið av CO2  - til frama fyri umhvørvið og komandi ættarlið.