Brúkaragjøld heldur enn persónsskatt

Stóru samgonguflokkarnir snara skattapolitikkinum til høgru

Hóast flatskatturin tók toppin av marginalskattinum og harvið skattarokningini hjá hægru inntøkunum, so er lønarskatturin framvegis alt ov høgur. 

 

Tað er niðurstøðan hjá Jørgen Niclasen, landssstýrismanni í fíggjarmálum, sum tí arbeiðir við enn eini skattanýskipan.

 

Í Fíggjarmálaráðnum royna tey í hesum døgum at finna útav, hvussu inntøkurnar kunnu fáast inn á ein annan hátt enn higartil. Lítið hevur higartil verið at frætta frá hesum”hugskotskatalogi,” men tað tykist tó greitt, at endamálið er at lækka inntøkuskattin og í staðin áseta fleiri brúkaragjøld.

 

Á kjakfundi á Fólkafundinum gjørdu bæði Jørgen Niclasen og Johan Dahl greitt, at inntøkuskatturin skal niður.

 

- Tað er neyðugt at lækka inntøkuskattin og í staðin krevja pengarnar inn við brúkaragjøldum av ymiskum slag, sigur Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum, sum umboðaði flokkin á kjakfundinum í Klaksvík leygarkvøldið.

 

Hóast hvassar atfinningar frá andstøðuni verjir Jørgen Niclasen flatskattin, sum kom í gildi 1. januar í fjør:

 

- Inntøkuskatturin var alt ov høgur. Og hóast flatskattin hava vit framvegis ov høgan inntøkuskatt, sigur Jørgen Niclasen, sum tí longu fyrireikar ein nýggjan skattareform, har inntøkurnar í størri mun skulu koma frá brúkaragjøldum.

 

Millum tey mest atfinningarsomu móti førda skattapolitikkinum er Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum:

 

- Inntøkurnar hjá landskassanum svíkja og undirskotið veksur, bæði í fjør, í ár og væntandi aftur næsta ár, sigur Aksel V. Johannesen, sum framvegis skýrir flatskattin at raka sosialt skeivt:

 

- Tú byggir einki land við at tey múgvandi fáa betur ráð til at keypa nýggjan bil og ferðast oftari uttanlands, sigur Aksel V. Johannesen.