- Kommunurnar brúka skattgjaldarans pening á óproduktivan hátt, sum enntá er kappingaravlagandi fyri vinnuligar aktørar, sigur Marita Rasmussen, stjóri á Vinnuhúsinum.
Hon hevur ilt við at skilja, at kommunuskatturin ikki kann lækkast, tá ið kommunan brúkar skattgjaldarans pening at leggja seg í vinnuligt virksemi.
Les eisini: Søpla pengarnar hjá fólki burtur
Tað er serliga innan byggi- og leiguvinnuna, at Vinnuhúsið finnst at almennu íløgunum.
- Tórshavnar Kommuna kann til dømis váðaleyt seta pening í fastogn og síðani leiga út fyri bíligan pening, sum ger, at vinnuligir aktørar innan hetta øki fara at aftra seg, sigur Marita Rasmussen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Maritu Rasmussen










