Brúka og endurnýta heldur enn at brenna

Stórur pallborðsfundur um endurnýtslu og føroyska tilfeingið verður í Skúlanum við Løgmannabreyt í morgin

Stórur pallborðsfundur um endurnýtslu og føroyska tilfeingið verður í Skúlanum við Løgmannabreyt í morgin, sunnudagin 30. oktober klokkan 16.

 

Spurningurin er: Ístaðin fyri at brenna ella tyrva virðismikið tilfeingi, hvussu kunnu vit í Tórshavnar kommunu endurnýta meir og á tann hátt leingja livitíðina av okkara virðismikla tilfeingi?

 

Lagt er upp til undirhald, framløgur og heitt gevandi kjak millum valevnini, sum skal lýsa kommunalar møguleikar og loysnir. Hvør í sær, skula valevnini sannføra fundarfólkið um, hvagar umhvørvisatkvøðan er best givin.

 

Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari á IRF, heldur framløga um Ringbúskap (cirkulær økonomi), sum er ein háttur at nýhugsa nýtslu og framleiðslu á ein umhvørvisligan og handilsliga burðardyggan hátt, og er eitt móttrák móti ráðandi ”nýt og koyr burtur” mentalitetinum.  

 

Umboð frá Føroya Náttúru og umhvørvisfelag Martin á Fløghamri hevur eitt innlegg.

 

Umframt tónleik frá Jens Marna verður framsýning av lutum og vørum, ið vanliga ella ofta verða koyrdar burtur. 

 

At kjakast við pallborðið verða valevni frá fimm flokkum, ið stilla upp í Tórshavnar Kommunu.

 

Tey eru:

 

Bjørg Dam Javnaðarflokkurin

Birita Arge Framsókn

Marin Katrina Frýdal Tjóðveldi

Ingi Mittún Sambandsflokkurin

Vivie Kirke Davidsen Fólkaflokkurin

 

Fundarstjóri verður Elin Mortensen.