Fyrsta ársfjórðing í ár, minkaði innflutningurin til 3 prosent.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at tilsamans minkaði innflutningurin úr 1300 milliónunum í fjør, niður í 1269 milliónir í ár, Sostatt minkaði hann 41 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við somu tíð í fjør.
Tað er serliga av lægri oljuprísum, at innflutningurin er minkaður. Vit hava innflutt brennievni fyri 195 milliónir krónur higartil í ár og tað eru 63 milliónir minni í ár. Tað er ein minking á 24 prosent í krónum og oyrum, men hinvegin eru nøgdirnar farnar nakað upp.
Innflutningurin av skipum er eisini minkaður í ár. Hann var bara 17 milliónir fyrsta ársfjórðing í ár, og tað eru 34 milliónir krónur minni enn somu tíð í fjør, og haraftrat er minni innflutt í bólkinum maskinur og amboð - 114 milliónir higartil í ár, ella níggju milliónir minni enn í fjør.
Í øllum hinum bólkunum er vøkstur í innflutninginum. Størsti vøksturin er av tilfari til byggivinnuna. Fyrsta ársfjórðing var innflutningurin 127 milliónir krónur, og tað er ein triðingur meira enn í fjør.
Innflutningurin av akførum er eisini vaksin. Her hevur vøkstur verið nú í fleiri ár og fyrsta ársfjórðing í ár er innflutningurin av bilum 79 milliónir, og tað eru 17 prosent meiri enn í fjør.
Innflutningurin av vørum, sum í høvuðsheitum fara til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, stendur at kallað í stað, hann var 303 milliónir fyrsta ársfjórðing í ár, og hann var 302 milliónir somu tíð í fjør.
Men har er innflutningurin av av mati, drekka og øðrum ódrúgvum nýtsluvørum, heldur minkaður, úr góðum 142 milliónum niður í góðar 136 milliónir, men innflutningurin av klæðum, og øðrum drúgvari vørum, er heldur vaksin.