Brúgvin um Sandá verður klár um ársskiftið

Síðstu stálkonstruktiónirnar vórðu fluttar á økið í gjár, men enn manglar nógv arbeiðið.

Nýggja brúgvin um Sandá er eitt serligt byggiarbeiði. Talan er nevniliga um størstu brúgvagerð í Føroyum, síðani brúgvin um Streymin varð klár.


Idar Olsen er projektleiðari hjá J&K Petersen, og hann letur væl at arbeiðinum.


- Í gjár vórðu tær seinastu stálkonstruktiónirnar fluttar á økið, og nú mangla bara at fáa tær síðstu tríggjar uppá pláss. Tað vóna vit at gera áðrenn ólavsøku, sigur Idar Olsen.


Upprunaliga skuldi arbeiðið verða liðugt á ólavsøku, men nú ein vika er til ólavsøku, er týðiligt, at enn er langt á mál.


In.fo hevur tosað við LBF, ið er ráðgevandi verkfrøðingar í verkætlanini, og har verður upplýst, at sambært núverandi tíðarætlan, so verður brúgvin ikki liðug fyrr enn um ársskiftið.


Idar Olsen viðgongur eisini, at brúgvin fyrst skuldi verða liðug á ólavsøku, men at tað síðani varð broytt.


- Tað skuldi verða liðugt á ólavsøku, men tað er nakað síðani, at tað var broytt. Í løtuni halda við nýggju tíðarætlanini.


Idar Olsen vísir á, at tað ringa veðrið hevur ávirkað arbeiðið, men at tað gongur munandi betri nú.


- Vit hava verið plágaðir av tí ringa veðrinum í vár, men nú tá veðrið er betri, so gongur tað sum heild væl at byggja. Brúgvagerð er nú ikki vanlig í Føroyum, og talan er um størstu tílíka verkætlan síðani Brúgvin um Streymin varð gjørd. Hetta er ein stór verkætlan, ið hevur sett stór krøv.