Á býráðsfundi í gjár samtykti Tórshavnar Býráð at taka av tilboð frá J&K Petersen um at byggja nýggja argjabrúnna um Sandá. Kostnaðurin er góðar 54 milliónir krónur.
Sambært fundarfrásøgnini frá býráðsfundinum, so samtykti ein meiriluti í fíggjarnevndini 23. juni at seta av góðar 58 milliónir á íløguætlanini fyrið 2015 og at heimila umsitingini at samráðast víðari um endaligan sáttmála. Meirilutin í fíggjarnevndini var Heðin Mortensen, Sjúrður Olsen og Annfinn Brekkstein. Ein minniluti, Tróndur Sigurðsson og Jógvan Arge søgdu seg vilja taka støðu á einum seinni fundi.
Síðani hevur umsitingin samskift við J&K Petersen Contracotrs um møguligar sparingar í mun til tilboðið upp á 59,8 milliónir krónur. Úrslitið av hesum var, at arbeiðstakarin kom við einum dagførdum tilboð upp á 54,6 milliónir krónur.
Fyrisitingarstjórin og býarverkfrøðingurin mæltu til at taka av dagførda tilboðnum, og tað varð samtykt í fíggjarnevndini í gjár. Á býráðsfundi í gjárkvøldið var málið so endaliga samtykt av einum einmæltum býráð.