Brúgvin um Sandá aftur seinkað

- Eg skal renna um brúnna flaggdagin, lovar Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Brúgvin um Sandá er nakað seinkað longu, og sambært Heðini Mortensen, borgarstjóra, verður hon enn meiri seinkað.

 

Upprunaliga skuldi brúgvin vera liðug á ólavsøku í fjør, men so gekst ikki, og í novembur gjørdu J&K Petersen og Tórshavnar kommunu avtalu um, at brúgvin skuldi avhendast 29. februar.

 

Ringa veðrið var ein av orsøkunum, til at arbeiðið var so nógv seinkað, og nú fær ringa veðrið aftur skuldina fyri, at brúgvin ikki verður liðug 29. februar.

- Støðan er tíverri hon, at betongið í soylunum ikki er fullkomiliga tornað enn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Tí eru kommunan og J&K Petersen samd um at leingja freistina fyri avhandan til flaggdagin.

- Ein kann jú ímynda sær, hvussu stór ólukka tað hevði verið, um vit nú skræddu gyrðingar og annað undan brúnni, men hon so rapaði, tí betongið ikki var nóg sterkt enn, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann hevur tó nakrar heilt ítøkiligar ætlanir, tá brúgvin letur upp.

- Eg ætli mær at renna um brúnna, tá flaggdagsrenningin verður í ár, sigur Heðin Mortensen.