Brúgv millum dagstovn og fólkaskúla

Skúlaspírin í Eysturkommunu byrjaði sum fyrsti kommunali forskúli í Føroyum í 2010.

Skúlaspírin í Eysturkommunu byrjaði sum fyrsti kommunali forskúli í Føroyum í 2010. Endamálið og visiónin fyri forskúlan er, at "við leiki og læru, gerst barnið skúlabúgvið."

 

Týsdagin 27. januar klokkan 15 verður aftur innskriving til Skúlaspíran, og hetta verður í stovu 3 í Leirvíkar skúla.

- Skúlaspírin er eisini stovnaður fyri at byggja brúgv ímillum dagstovnaøkið og fólkaskúlan. Í Skúlaspíranum fáa øll børn í Eysturkommunu eina bleyta og væl fyrireikaða byrjan uppá skúlagongdina, tey skulu ígjøgnum tey næstu níggju árini. 

 

Tað sigur Eysturkommuna, nú innskrivingin til forskúlan í Leirvík nærkast.

 

Sagt verður, at í Skúlaspíranum verður arbeitt við grundarlagnum fyri góðari skúlabyrjan, og børnini læra tey mest grundleggjandi hugtøkini aftan fyri fak sum mál og støddfrøði í bæði leiki og læru.

 

- Skúlaspírin er frá klokkan 8-12 vanligar skúladagar, og børnini halda til í Leirvíkar skúla, har 1.-3. flokkur eisini halda til.

 

Eysturkommuna sigur, at eftir at Skúlaspírin letur aftur um dagarnar, kunnu børnini fara yvir á Frítíðarheimið, har tey spæla og hugna sær saman víðari við teirra javnaldrum.