Sambært kappingarskipanini skulu 07Vestur og NSÍ í næstbestu fótbóltsdeildini spæla í Vágum leygardagin 4. juli, tá ið 19. leikumfar er ásett at vera. Soleiðis verður tað ikki, tí longu í kvøld var næstbesta liðið hjá NSÍ í Sandavági, har heimaliðið vann 2-1 og harvið styrkti um sína støðu á uppflyingarplássi. 07Vestur hevur á øðrum plássi 18 stig fyri 8 dystir, og B68 hevur á triðja plássi 13 stig fyri 7 dystir.
At 07Vestur og NSÍ longu í kvøld avgreiddu uppgerðina, sum var ásett at vera leygardagin 4. juli, kemst av, at liðformaðurin hjá 07Vestur og unnustan skulu giftast leygardagin 4. juli.
Liðformaður hjá 07Vestur er Gunleif Olsen, og hann átti í kvøld heilt sentralan leiklut í heimasigrinum, tí hann skoraði bæði málini hjá vágamonnum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði hann 07Vestur framum eftir horna, og lítla løtu undan leikloki, tá ið 07Vestur var undirmannað, skoraði hann sigursmálið. Stutt frammanundan hevði Meinhard E. Olsen við beinleiðis frísparki javnað fyri NSÍ. So varð Ásmund Hansen hjá 07Vestur vístur av vøllinum, men kortini skoraði heimaliðið sigursmálið. Tí syrgdi tilstundandi brúðgommurin fyri!
mynd: faroesoccer.com