Sjónleikarin Bruce Willis steðgar nú yrkisleiðini sum sjónleikari.
Hann hevur fingið afasi, sum gevur honum kognitivar – fatanarligar – avbjóðingar.
Tað upplýsir fyrrverandi kona hansara, Demi Moore, á Instagram.
– Tað er ein trupul tíð fyri familju okkara, og vit eru ógvuliga takksom fyri tykkara framhaldandi kærleika, samkenslu og stuðul, sigur Demi Moore.
– Vit fara ígjøgnum hetta sum ein sterk familjueind, og vit vilja fegin taka fjepparar hansara við, tá vit vita, hvussu nógv hann hevur at týða fyri tykkum – sum tit eisini gera fyri hann.
Bruce Willis og Demi Moore vóru gift frá 1987 til 2000 og hava trý børn saman. Uppslagið á Instagram er eisini undirskriva av núverandi konu hansara, Emma Heming, og teimum tveimum børnunum hjá honum.
67 ára gamli Bruce Willis er best kendur fyri leiklutin sum løgreglumaðurin John McClane í Die Hard-filmsrøðini við fimm actionfilmum frá 1988 til 2013.
Hann hevur eisini spælt við í filmum sum »Pulp Fiction« og »Armageddon«.
Í 2006 fekk hann eina stjørnu í Hollywood Walk of Fame í Los Angeles.
Fyri høvuðsleiklutin í røðini »Hepnu hetjurnar« frá 1985 vann hann eina Emmy, og Bruce Willis fekk sieini ein Emmy fyri gestaleiklutin í røðini »Vinir« í 1994.
Sambært filmsdátugrunninum Imdb er Bruce Willis við í minst seks filmum, sum koma einaferð í 2022. Í 2021 hevði hann leiklutir í átta filmum.
Bruce Willis er føddur í Týsklandi, og mamman er týsk. Pápin var amerikansku hermaður.
Tá eitt fólk fær afasi, ávirkar tað evnini at skilja og at tosa. Tað kann koma eftir heilabløðing, tumor ella av vanlukku.
Tað verður einki sagt í Instagramuppslagnum, hvør orsøkin er til, at Bruce Willis hevur fingið afasi, og hvussu hann hevur tað.
/ritzau/










