Venjarin hjá Wigan, Steve Bruce, taldist sum spælari millum teir stóru, tá hann var liðskipari fyrstu árini av nýggju stórtíðini hjá Manchester United. Og nú sigur Bruce seg eisini vera til reiðar at kappast við teir stóru á venjaraøkinum. – Tað ræðir meg ikki, um eg skuldi fingið møguleikan millum tey stóru. Eg havi verið venjari í eini 10 ár nú, og eg havi meira enn 500 liga-dystir, so eg haldi ikki, at eg hevði verið nervaður av trýstinum. Heldur ikki hóast hetta er sera stórt í Premier League, sigur Bruce við Radio Five.










