Bruce Frederick Joseph Springsteen.
Soleiðs er fulla navn hansara. Maðurin, sum verður róptur The Boss.
Í sekstiárunum byrjaði hann, saman við vinum, í kjallarabólkum. Í sjeytiárunum legði hann lunnar undir stóru lívsleiðina, sum fyrst í áttatiárunum av álvara sendi hann á himmalferð millum stóru rockstjørnurnar.
Í dag er hann rockhetja, og í morgin 23. september fyllir Bruce Springsteen 67 ár.