Bruce Springsteen er sera væl dámdur

Tónleikahetjan Bruce Springsteen liggur sum nr. 1 á 15 teimum bestu tríðju vikuna á rað. Við nýggjasta lagnum ?Radio Nowhere? av fløguni ?Magic? hevur Springsteen aftur megnað at hugtaka føroyingar. Men tað er ikki bert í Føroyum, at Springsteen hevur gjørt nógv um seg í síðstuni. Hann liggur eisini ovarliga á flestu av hitlistunum kring Evropa og fløgan ?Magic? seldi 563.000 fløgur fyrstu vikuna!

 

Føroyski tónleikarabólkurin Páll Finnur Páll við undirhaldandi tekstum liggur eisini framvegis á 2. plássið við lagnum ?Maðurin og Lívið?.

 

Svenski bólkurin Kent er fluttur niður á eitt 6. pláss við lagnum ?Ingenting?, tí Timbalan feat. One Republic hesa vikuna hava yvirtikið 3. plássið við lagnum ?Apologize?.