Dag- og vikubløð
Sosialin og Dimmalætting lesi eg altíð. Weekendavisen viðhvørt og MESS, tá tað kemur út.
Heimasíður
Eg eri á portalinum og á www.torshavn.fo fleiri ferðir um dagin, og annars mest inni á tíðindaheimasíðun hjá føroyskum og donskum bløðum. Mess heimasíðuna vitji eg eisini ofta. Tær donsku eru www.berlingske.dk og www.politiken.dk
Google nýti eg nógv at leita mær upplýsingar við.
Tónleikur
Nógv ymiskt og ann uppá lagið. Tá eg koyri bil og annars taki mær av løttum, lurti eg til dømis eftir Queen, Bruce Springsteen og Billy Joel. Tá eg veruliga vil lurta eftir tónleikinum og taka tað róligt, velji eg klassiskan tónleik sum til dømis Grieg, Tjakovsky og Sibelius.
Útvarp
Tíðindasendingarnar hjá Kringvarpinum og Rás2 lurti eg altíð eftir.
DVD
Mær dámar best at síggja filmar í biografinum, men tíanverri er tað alt ov sjáldan, at eg eri í biograf. Í dag eru so nógvir góðir filmar, men skal eg nevna onkran, ið mær dámar væl og havi sæð fleiri ferðir, eru tað "Breaking the waves" hjá Lars Von Trier og "Notting Hill" við Hugh Grant og Julia Roberts.
Sjónvarpsrøð
Eg fylgi ikki við í nakrari røð, men um eg detti inn á "Taggart" á BBC Entertainment, hyggi eg altíð. Haldi hann er so sjarmerandi við síni sermerktu skotsku dialekt.
Bøkur
Eg lesi einar 2-3 bøkur um mánaðin, tað kann bæði vera fagrar bókmentir og yriksbókmentir at halda meg viðlíka fakliga. Fyri tíðina dámar mær best at lesa biografiir - nakrar av teimum eru tær um Nelson Mandela, Bill Clinton og Madeleine Albright. Beint nú lesi eg yrkingasavnið hjá Christiani Matras.
Magasin
Eg haldi blaðið I form fyri at fáa íblástur til sunnan mat og at røra meg meira. Og so sjálvandi tey vanligu fakbløðini innan mítt øki.
Telefon
Eg havi eina Iphone, sum eg mest brúki at tosa og sms'a við. Viðhvørt eri eg inni á netinum, og onkuntíð lurtið eg eftir tónleiki við henni. Eg eri sera nøgd við hana.