Bruce málið er nú avgreitt

Birmingham, ið kravdu eitt eykagjald fyri okkurt smáting, hava nú fingið málið avklárað, og Bruce verður tískil krýndur nýggjur Wigan venjari mánadagin. Hetta merkir sostatt, at hann ikki kann standa á síðulinjuni, tá nýggja liðið hjá honum fara á vitjan hjá Arsenal á Emirates leikvøllinum.

Wigan eru á einum skuffandi 19. plássi í Premier League, so uppgávan er møtimikil hjá karismatiska Steve Bruce, ið varð kendur gjøgnum síni megnar avrik á vøllinum, fyri Manchester United. Hann skipaði saman við Gary Pallister, eina sera stinna verju, ið vann teimum mangan heiður.