Aftur hesa vikuna liggur Bruce Springsteen sum nr. 1 á 15 teimum bestu. Harvið hevur hann megnað at hildið seg á 1. plássinum, síðan hann varð atkvøddur inn á listan fyri fýra vikum síðani.
Við lagnum ?Radio Nowhere? hevur Springsteen altso enn einaferð megnað at hitta í øllum Evropa. Eins og í Føroyum liggur hann nevniliga enn ovarliga á flestu evropeisku hittlistunum.
Lizzie (Ann Elisabeth Berg) er flutt tvey pláss upp hesa vikuna við lagnum ?Ramt i natten? og sostatt hevur hon yvirtikið plássið hjá Páll Finnur Páll, ið hava eitt 4. pláss hesa vikuna.
Svenski bólkurin Kent er eisini komin aftur upp í topp 3 listan við lagnum ?Ingenting?.